Eitt servarakrasj seinnapartin hevur havt við sær, at ólag hevur verið á post-skipanini hjá Føroya Tele Síðani tíðliga seinnapartin hevur teldupost-skipanin hjá Føroya Tele verið óvirkin, og tað hevur borið órógv við sær hjá teimum, sum hava sínar post-adressur hjá Føroya Tele.
- Talan var um niðurbrot á einum servara, og seinnapartin og í kvøld hevur verið arbeitt við at flyta alt innihaldið yvir á nýggjan servara, sigur Jan Mortensen, stjóri á FT-samskifti.
Tað arbeiðið er ikki liðugt, men roknað verður við, at nýggi servarin verður startaður um ein til tveir tímar, og at post-skipanin soleiðis skuldi virkað sum vanligt aftur í kvøld.