Hóast Sambandsflokkurin missir undirtøku og ein løgtingslim, sammett við løgtingsvalið seinast, so er formaður floksins væl nøgdur.
- Eg kann ikki siga annað enn at eg eri positivt yvirraskaður av úrslitinum í veljarakanningini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sambandsflokkurin fær 22,1 prosent av atkvøðunum í nýggjastu Gallup-kanningini, og tað er formaðurin væl nøgdur við.
- Eg hevði satt at siga roknað við, at bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin blivu størri enn vit. Tað er munandi lættari at sita í andstøðu og finnast at, sammett við at sita við ábyrgd í samgongu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Formaðurin í Sambandsflokkinum metir harafturat, at hansara flokkur hevur mist nakað av tí boykotti og havnastongsli móti Føroyum, sum Danmark er partur av gjøgnum sín limaskap í ES.
Samgongan
Umframt at vera formaður í Sambandsflokkinum stendur Kaj Leo Holm Johannesen eisini á odda fyri samgonguni, ið tilsamans gongur heili níggju prosentstig aftur sammett við úrslitið á valinum seinast.
Heldur ikki tað fær smílið av munninum á løgmanni.
- Nei, eg hevði væntað eina afturgongd fyri samgonguna. Vit hava verið ígjøgnum buldrasligar tíðir, har serliga tunnilsmálið hevur skapt nógva øsing og nógv rumbul, og tað kostar. Tað vita vit, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og heldur fram:
- Samstundis mást tú minnast til, at vit sum sitandi sjórn hava eina ta størstu undirtøku millum veljarar, sum nøkur stjórn í Evropa hevur í løtuni. Og tað er ikki so galið.
Sambært veljarakanningini hjá Gallup hava teir tríggir samgonguflokkarnir undirtøku frá tilsamans 44,6 prosentum av veljarunum.
Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fingu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tilsamans 57,7 prosent av atkvøðunum. Síðani tá er Sjálvstýrisflokkurin sum kunnugt farin burtur úr samgonguni, meðan Janus Rein hinvegin er farin úr Framsókn yvir í Fólkaflokkin.