- Eg spurdi teir í Hamferð, hvat teir hildu um, at eg fór at syngja í Barren Earth, men teir hava stuðlað mær allatíðina, sigur Jón Aldará, sum er vorðin forsangari í finska superbólkinum Barren Earth.
Jón Aldará er av Norðoyri og er sangari í Hamferð. Týsdagin gjørdist tað greitt, at hann framyvir eisini verður sangari í einum øðrum bólki aftrat Hamferð.
- Tað merkir vónandi ikki annað enn, at eg fái umtalu aðrastaðni eisini, og at tað hevur eina positiva ávirkan á Hamferð. Tað ávirkar ikki arbeiðsgongdina hjá okkum, sigur Jón Aldará, forsangari í Hamferð millum annað í samrøðu við Rás2.
Hoyr samrøðuna við Jón Aldará við at trýsta á pílin undir myndini.
Les drúgva samrøðun við Jón Aldará í Sosialinum.