Tað var tikið við í eykajáttanarlógina fyri apríl, at dialysudeildin á Landssjúkrahúsinum skuldi fáa eina millión krónur, so at økjast kundi um starvsfólkabrøkin, og at eitt rúm aftrat kundi takast í nýtslu.
Og tað var ein fegin landsstýrismaður ið kundi staðfesta, at undirtøkan í tinginum var góð.
- Tað var ógvuliga positit at síggja, at allir 33 tinglimirnir atkvøddu fyri hesari eykajáttanini, sigur Karsten Hansen.
Slangur og heilivágur er ógvuliga dýrt, men serliga fegnast landsstýrismaðurin um, at fólkini nú kunnu flyta heim aftur til Føroya.
- Hetta verður ein stórur lætti fyri hesi fólkini, sum í tveir-tríggjar mánaðir hava verið í Danmark, í fleiri førum saman við fylgjarum. Nú kunnu tey aftur búgva heima, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur at hetta er tann týdnigarmiklasti parturin.
- Tað er stórur munur at seta seg í ein bil úr egnum húsum og koyra til dialysuviðgerð, og at seta seg í ein bil úr Hotel Tórshavn og koyra til dialysuviðgerð, sigur Karsten Hnsen.
Hann vísir eisini á, hvussu nógv talið á nýrasjúklingum er økt seinastu árini.
- Fyri nøkrum árum síðani vóru tey heilt fá, ið høvdu tørv á dialysuviðgerð, men seinastu árini er talið økt munandi. Tá árið byrjaði var talið 15, og tað er longu komið upp á 19, sigur Karsten Hansen.
Eina millión
Í eykajáttanini fyri apríl varð biðið um eina millión krónur og tað var einmælt samtykt.
- Tað hevur nógv at siga fyri fólkini, at tey kunnu verða verandi í Føroyum hjá familju síni, og at kunna búgva heima, sigur Karsten Hansen.
Hann heldur, at tað er eitt krav hjá føroyingum.
- Fólkið hevur krav upp á, at vera ein partur av tí samfelag, tey liva í, staðfestir Karsten Hansen.
Hann heldur, at við hesari eykajáttanini er komið væl áleiðis.
- Eg hugsi, at vit við hesari eykajáttanini á eina millión krónur hava nøktað tørvin restina av árinum, sigur Karsten Hansen.
Ein partur av játtanini er markaður til fleiri starvsfólk, meðan ein partur er til at útgera enn eitt rúm til dialysuviðgerð.
- Tað er nøktandi, at vit hava fingið hesar pengarnar, og teir áttu at kunna rokkið til at hjálpt føroyingum, sum ætla sær til Føroya at ferðast, i hvussu er í styttri tíðarskeið, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.










