Positivt at fáa blaðið í oynna

Borgarstjórin i Eiðis Kommunu heldur tað vera positivt, at Sosialurin letur upp redaktión í Eysturoynni. Á tann hátt fer blaðið at koma nærri lesarunum, metir hann

Sosialurin í Eysturoy

Eiði:
Tað fer ivaleyst at skapa meira áhuga fyri blaðnum, tá fólk sær, at farið verður út um høvuðsstaðarøkið, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu.
Eisini í norðara enda av Eysturoy fegnast kommunalpolitikarar um, at Sosialurin letur upp eina Eysturoyarredaktión.
?Tað skal undra meg, um vit ikki fara at merkja, at blaðið er komið nærri okkum, sigur Tordur Niclasen. Tað býr nógv fólk í Eysturoynni, og tey fara at kenna tað meira viðkomandi, tá tey vita, at ein partur av blaðnum heldur til í teirra egna umhvørvi, væntar hann.
So løgið tað ljóðar, sigur hann, so er tað ikki fyrr enn nú, blaðið flytir í Eysturoynna, at ein veruliga leggur merki til, at tað í grundini hevur manglað. Fólk hava mestsum vant seg við, at tað bara hevur verið í høvuðsstaðarumáðnum, at alt blaðvirksemið hevur verið.
Tá fólk síggja, at blaðið hevur ómakað sær at koma til teirra, fara tey at kenna tað meira viðkomandi. Tað átti so aftur at gjørt, at tey ivaleyst fara at taka tað til sín, metir borgarstjórin á Eiði.
?At eitt blað flytir part av virkseminum higar, merkir samstundis, at sjónarringurin verður víðkaður. Og tað eigur at skapa áhuga í fólkinum fyri tí, sum blaðið fer at fáast við, heldur hann.