Privatisering
Í síðstu viku koma álitið um, hvussu landsins ognir skuldu privatiserast. Eisini kom eitt nýtt og meira torskilt føroyskt orð við í sama viðfangi.
Tá Sosialurin ringdi til Hans Johannus á Brúgv, so hevði hann ikki havt so øgiliga góðar møguleikar at kunna seg um nýggja álitið, men hann vísti á, at hetta við at privatisera ikki var nakar nýggjur tanki, sum tað jú heldur ikki er. Hinvegin er hetta fyrstu ferð, at landsins myndugleikar av álvara eru farnir undir at meta um og raðfesta almennar ognir í sambandi við møguligar privatiseringar.
Nýggja álitið býtir almennar ognir sundur í tveir bólkar, alt eftir nær tær eru búgnar til at privatisera. Tað skal eisini sigast um álitið, at tað er rættiliga fyndug gjøgnumgongd, sum eisini gevur lesaranum eitt sindur av meirvitan.
Hugburðin er heilt greiður, og hann er, at almennar ognir eiga at verða privatiseraðar. Víst verður á í álitinum, at tað tykist sum um, at tað er breiður politiskur vilji aftanfyri ætlanirnar at privatisera landsins ognir.
Positivir
Ein av teimum fyritøkunum, sum verður raðfest ovaliga á listanum yvir fyritøkur, sum kunnu privatiserast partvíst ella heilt longu áðrenn 2004, er Faroe Seafood ella Fiskasølan, sum hon vanliga verður roypt.
Stjórin fyri Fiskasøluna er eisini rættiliga positivir yvirfyri tankanum um at privatisera Fiskasøluna.
-Tað er eitt stig tann rætta vegin. Fiskasølan kundi fyri sovítt verið privatiserað í morgin, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri.
Til spurningin um, hvat virði á Fiskasøluni er og hvør kundi hugsast at keypt, so metir hann, at tað er sera torført at svara uppá.
-Fiskasølan hevur havt eitt javnt yvirskot seinastu árini, men tað er spurningurin um tað er nokk. Verður Fiskasølan sett í tað rætta sambandi við aðrar liðir av søluketunum, so hevur Fiskasølan høgt virði, sigur Hans Johannus á Brúgv.
Hann vísir eisini á, at Fiskasølan kundi verið áhugaverd fyri føroyskar eins og útlendskar keyparar.










