Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
??????????????????????????????
Súni í Hjøllum setir í lesarabrævi 4.8.04 undirritaða nakrar spurningar viðvíkjandi heimarøktini í Eysturoynni. Spurt verður, um tænastuveitingin er nøktandi, tá íð Heimarøktin í summum førum ikki er før fyri at veita reingerð í juli og august mánaða, og um tað er rætt skilt, at eldrasambýlini eru so undirmannað, at tað er neyðugt at biðja tey avvarðandi hjálpa til.
Tað er rætt, at onkur heim í Eysturoynni ikki fáa ta vanligu reingerðina nú í summarfrítíðini. Hetta er gjørt í eini prioritering, har heimarøktin hevur mett hetta at vera forsvarligt í mun til t.d. at skula skerja tænastuna til persónliga røkt. Prioriteringin er eisini gjørd við fyriliti fyri heimligu og familieru umstøðunum hjá tí einstaka. Reingerðin er tí ikki skorin yvir ein kamb, tað snýr seg uml. ein triðing av teim brúkarunum, sum vanliga hava fingið reingerð. Tað vil siga, at tey flestu heimini fáa reingerð sum vanligt, og nøkur eru skerd eitt tíðarskeið.
Høvuðsorsøkin til hesar prioriteringar er, at tað eru færri fólk til arbeiðis, meðan summarfrítíðin er, samstundis sum arbeitt verður við at manna tey nýggju sambýlini, ið skulu lata upp í næstum við einum parti av teim starvsfólkunum, sum longu arbeiða í heimarøktarskipanini, og avgerast skal, hvussu nógv fólk skulu setast aftrat. Hetta er ein kabala, sum skal ganga upp, saman við eini ávísari óvissu um, hvussu nógvir og hvørjir brúkarar fara á sambýlini at búgva (og hvat hetta kemur at merkja fyri restina av virkseminum).
Tað er ein sannroynd, at summarferiutíðin er ein ring tíð viðvíkjandi starvsfólkaorku, tí at trýstið á skipanina er so stórt, og vanliga skilja brúkararnir, at tað onkuntíð kann gerast neyðugt at skerja tænastuna í ávísan mun í ávísum tíðarskeiðum. Heimarøktarskipanin er ikki vitandi um stórvegis trupulleikar, og ongin brúkari í økinum hevur klagað til heimarøktina og víst á sína ónøgd við tænastuna.
Sambært Heimarøktini er ongin broyting í manningini á sambýlunum í hesum tíðarskeiði í mun til ta manning, íð vanliga hevur verið nýtt undanfarin ár. Tað, at avvarðandi, tá til ber, eru um síni undir serligum umstøðum, hevur eisini verið vanligt allar tíðir á árinum, og hevur hetta verið púra náttúrligur partur av arbeiðinum, tá hugsað verður um okkara siðaarv, við tøttum familjubondum, og eitt tekin um samstarv millum teir partar, sum eru um tann, íð tørvar hjálpina.
Tað henda stórar positivar broytingar á eldraøkinum í Eysturoynni í ár og eisini komandi ár. Nú eftir summarsteðgin lata tey nýggju 5 plássini upp á Eiði og tey bæði nýggju sambýlini á Toftum við 16 plássum og Leirvík við 10 plássum, og so seinni í heyst tað í Gøtu við 10 plássum. Haraftrat er heimarøktan involverað í nýggja heimið fyri minnisveik við 8 plássum, sum eisini fer at lata upp nú í næstum. Í komandi ári verður so tann stóra útbyggingin av ellis- og røkt-arheiminum í Runavík lið-ug við 24 nýggjum plássum aftrat.
Sigast kann at av positivum orsøkum hevur heimarøktin í Eysturoynni kapisitetstrupulleikar nú í summartíðini og skal laga seg til tær nógv broyttu umstøðurnar sum verða tá ið hesi nógvu nýggju plássini koma aftrat við teim nýggju sambýlunum sum fara at lata upp nú. Tað eru tí nógvir bóltar í luftini, ein mennandi avbjóðing og stór uppgáva at lyfta í økinum, og roynt verður at laga seg til broyttu umstøðurnar soleiðis, at tænastan alla tíðina kann verða so góð sum yvirhøvur til ber.









