Nýbygningur
Eyðfinn Egholm, sum er nýggjur stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju og Skála Skipasmiðju, bar eisini fram eina heilsu á Skála leygarmorgunin, tá ið Thor Alpha varð navngivin.
Hann ynskti øllum, sum komin vóru saman á bryggjuni, hjartaliga vælkomnum.
Eyðfinn takkaði teimum, sum standa aftanfyri reiðaríið Thor, fyri tað álit, sum felagið hevur víst skipasmiðjuni og fyri tað góða samstarv, sum hevur verið partanna millum í byggitíðini.
- Eisini vil eg takka øllum okkara starvsfólkum, sum hava tikið hesi stóru og neyðugu tøk, fyri góðan vilja at fáa hesa verkætlan undir land.
Eins og Hans Andrias Joensen, reiðari, nevndi Eyðfinn Egholm eisini undirveitararnar, Articon, El-Service, Radiobúðina og Demich, sum hann takkaði fyri gott samstarv og vilja til at finna loysnir ávegis í hesi verkæltan.
Á enskum bar skipasmiðjustjórin fram hesa tøkk til pólsku skipasmiðjuna, sum hevur latið handverkararnar, ið hava gjørt stálarbeiði:
- Also I want to thank Pomerania and all the workers from Poland who have done such an excellent job.
Hann vísti á, at nógv, sum eisini hava tikið tøk, ikki eru nevnd, men eisini teimum ynskti hann at bera eina hjartans tøkk.
- At enda – men ikki minst - vil eg takka Landsfelag Handverkaranna fyri teirra vælvild og góða innlit í ta positivu ávirkan, sum tílíkar verkætlanir hava á samfelagsbúskapin, og eg vóni at tað góða samstarvi heldur fram, segði Eyðfinn Egholm, skipasmiðjustjóri.