Uppskotið hjá Tjóðveldi um at ein triðingur av tingmanningini skal kunna leggja eitt lógaruppskot til fólkaatkvøðu fekk positiva móttøku. Eitt ynski var tó, at málið hevði ein breiðari skara sum avsendara.
- Ein broyting í stýrisskipanarlógini er so grunnleggjandi, at fleiri áttu at verið um hetta arbeiði, segði Poul Michelsen. Helgi Abrahamsen helt, at lógaruppskotið átti at verið partur av einum meira umfatandi arbeiði við Stýrisskipanarlógini heldur enn einstakar lógir verða broyttar.
Týsdagin 18. februar avgerð løgtingið, um lógaruppskotið hjá Tjóðveldi um minnilutaverju verður beint í eina sonevnda §25 nevnd.
Seinast broytingar vórðu gjørdar í Stýriskipanarlógini var í 1994. Upprunaliga var eitt uppskot um minnilutaverju í hesum, men sitandi samgongan tá vildi ikki hava tann partin við, og Stýrisskipanarlógin var broytt uttan hendan partin. Tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin, sum sótu í samgongu.