Posin og fløskan

Havi fleiri ferðir ummælt sokallaða posavínið (Bag-in-Box). Tað er eingin loyna at eg persónliga ikki er so glaður fyri hendan hátt at goyma vín. Vínið heldur sær vanliga illa og so økir kranin kanska eisini vandan fyri ovurnýtslu.

Men hinvegin um vínið er hampuligt so er prísurin sum oftast sera kappingarførur.

Í dag er næstan talan um vínkvett fyri reyða Vito Primitivo posa-vínið úr Italia. So skalt skipa veitslu fyri nógvum fólkum er Vito ein skilagóð loysn. Her fært tú veruliga gott vín til prísin.

Hvíta posavínið frá Montalto svitast ei heildur. Sera gott hvítvín til prísin!

Men minst til: posavín skal drekkast skjótast gjørligt av tí at posin er so viðkvæmur!

Og drekkið við máta!

Tað er mest sum ov ómakaleyst bara at tendra kranan fyri posavínið og lata renna.

 

Heiti: Viti Primitivo, IGT Puglia (uttan árgang)

Uppruni: Reyðvín úr Italia

Ummæli: Vakur døkkur litur. Rættiliga samansettur angi av svartari, bláari og reyðari berfrukt. Smakkurin hevur heilt góða fyllu og dárandi spæl. Javnvágin er frálík millum berfrukt, fruktsýru og so ein natúrligur beiskur broddur. Sera gott keyp!

Kostnaður: Kr. 221,50 (3 L = 4 fløskur)

Skoðsmál: 5 stjørnur *****

 

Heiti: Montalto, Sikiloy, Cataratto-Chardonnay

Uppruni: Hvítvín úr Italia

Ummæli: Strágulur litur. Frískligur angi av grønari steinfrukt og so okkurt tyngri melónkent. Tað eru báðar drúvurnar, Cataratto og Chardonnay, ið her leika væl saman. Smakkurin hevur góða fyllu, er leskandi og livandi. Kanska ikki super-samansett, men sanniliga dygdir, ið ein ikki troyttast av. Fýra stórar!

Kostnaður: Kr. 203,00 (3 L = 4 fløskur)

Skoðsmál: 4 stjørnur ****

 

Heiti: Santa Alicia, Central Valley, Chardonnay 2008

Uppruni: Hvítvín úr Kili

Ummæli: Tættur gulur litur. Feitur angi av eksotiskari frukt. Alicia er trivalig á ein romantiskan hátt. Stór fylla í smakkinum, ið er merkt av melón, fersku og so peru og heslinøt. Men ikki er hon hábærslig, Alicia. Nakað tung og køggut. Tríggjar stórar!

Kostnaður: Kr. 65,50

Skoðsmál: 3 stjørnur ***

 

Heiti: Darriaud, AOC Côtes du Rhône Village 2007

Uppruni: Reyðvín úr Fraklandi

Ummæli: Kirsuberreyður litur. Sera lættur angi av ljósari berfrukt. Smakkurin næstan vatndeyvur. Hóast 2007 verður mett sum sera góður árgangur í Suður- Rhône, so megna drúvurnar Grenache, Syrah og Mourvedre ikki at vísa dygdir frá hesum vín-framleiðara.

Kostnaður: Kr. 71,50

Skoðsmál: 3 stjørnur ***