Uppflytararnir í TB eru í dag á veg til Runavíkar, har teir fyri aðru ferð í ár skulu dystast við NSÍ. Fyrru ferðina eydnaðist tað væl, tí tvøramenn vunnu venjingardystin 2-1, eftir at teir høvdu víst avrik, ið bendi á meiri enn stríð um at sleppa undan niðurflyting.
Felags fyri bæði NSÍ og TB er, at einki stig er í posanum eftir fyrsta umfar. Tað er eisini felags fyri liðini, at tey hava fleiri á liðnum, sum ikki hava royndir í bestu deildini, og at tað á liðunum eru spælarar við rættuliga nógvum royndum.
Í NSÍ leguni kendu teir seg vera óhepnar, at tað ikki eydnaðist at vinna stig í Fuglafirði í fyrsta umfari. TB hevði málmøguleikar ímóti Víkingi, men kortini ásannaðu tvøramenn, at mótstsøðan var rættuliga stór.
TB málverjin, Ivan Stojkovic, noyddist skaddur av vøllinum ímóti Víkingi. Óli Johannesen vardi síðstu løtuna TB málið. Tað er greitt, at Ivan Stojkovic verður í TB málinum í dag.
Tað er langt síðani, at tvøramenn eru farnir úr Runavík við øllum stigunum. Seinasti TB sigurin við Løkin er dagfestur 21. mai 1995 ella fyri seytjan árum síðani. Tann dagin var 2. umfar á skránni, og TB vann 3-2. Seinni hetta árið flutti NSÍ niður!
Í dag er 2. umfar 2012 á skránni! Fyrsta bríkslið verður klokkan 15.00, og 23. maður á vøllinum verður Petur Reinert.