Á einum túri til handils á Sunset Boulevard í Holywood, skelkaði hon paparazzi myndamennirnar, ið annars eru vanir við eitt sindur av hvørjum. Posh, ið sambært enska blaðnum The Sun ikki hevur somikið sum smílst, síðan hon í 1999 kunngjørdi, at hon var trúlovað við David Beckham, sá veruliga út til at hugna sær, og mitt í øllum flenti hon inniliga. Paparazzi myndamenn vóru skjótir at taka myndir av hesi skelkandi hending, og ensku bløðini keyptu glaðbeint hesar heilt serligu myndir, og skriva nú søguna.