Posakonan

Tórfinn Smith
----------

Tað var einaferð ein gomul kona sum búði í danska høvuðsstaðnum, Keypmannahavn. Hvønn morgun fór hon, fátæksliga ílatin og við einum pjøka í hondini, frá húsum við leiðini móti høvuðsjarnbreytarstøðini, har hon setti seg. Har sat hon frá morgni til myrkurs. Pjøkan legði hon frammanfyri seg, soleiðis at fólk, sum gingu framvið, tóku synd í sær, og ikki var sørt av smápeningi í pjøkanum, tá hon á kvøldi legði leiðina heimaftur.
Sum árini gingu, gjørdist gamla konan ein partur av býarmyndini. Eisini donsku dagbløðini vístu henni áhuga og kallaði hana »posadaman«, og ikki var sørt, at synd varð tikið í henni. Ja, enntá rukku tíðindaumtalurnar heilt upp á politiskt ideologiskt støði, sum eitt dømi um stóra stættarmunin í danska vælferðarsamfelagnum.
Men so var einaferð onkur, sum gjørdist serliga áhugaður fyri hesi syndarligu støðu, sum hendnan neyðars gamla konan var komin í, og setti sær fyri at kanna málið nærri. Eftir neyvar kanningar vísti tað seg, at konan var peningaliga rættiliga væl fyri við trivaligari bankabók.
...Tað forðaði henni kortini ikki í at bidda frá fólki, sum enntá vóru munandi verri fyri, enn hon sjálv var. Tað var ikki av neyð, hon biddaði. Sum árini gingu, var hetta blivin ein lívsstílur...
Tað sigst, at gamla konan nú er givin at bidda. Hon fekk samvitskubit. Helt tað ikki longur vera rímiligt at bidda frá fólki, sum vóru verri fyri enn ein sjálvur....
Men nú hevur gamla konan fingið ein avloysara. Ikki vásaklæddan, ikki við pjøka, og ikki á trappusteininum framman fyri høvuðsjarnbreytastøðina, men vælklæddur við stressmappu undir lið og einum stórum smíli um alt andlitið, á trappusteininum framman fyri Christiansborg.