Portugisiski sendiharrin vitjar

João Pedro S. Carvalho, sum er portugisiskur sendiharri í Danmark, er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum. Í dag var hann á fundi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í uttanríkismmálum, og umrøddu teir mál av felags áhuga, m.a. evropapolitikk og handilspolitisk viðurskifti sum heild.

Uttanríkisráðið sigur, at sendiharrin vísti stóran áhuga í spurninginum, hvussu smátjóðirnar í Evropa kunnu fáa eitt tættari samstarv við ES.

Portugal fyrireikar í løtuni krøv um landgrunnin við sínar leiðir, og tískil sýndi sendiharrin serliga stóran áhuga fyri føroysku landgrunsverkætlanini.

Á vitjanini hittir sendiharrin eisini Kaj Leo Johannesen, løgmann og Poul Michelsen, formann í stjórnarskipanarnevndini, eins og hann vitjar ymsar mentunarstovnar.