Brasilski toftamaðurin Fernando Troleis hevur í nøkur ár arbeitt við portugisiskari orðabóka saman við Sprotanum.
Nú er klárt at lata hana upp fyri øllum heiminum.
At lata hesa nýggju málsligu brúgv upp verður gjørt á almennum hátíðarhaldi í Løkshøll sunnudagin 26. januar kl. 16.
Skrá
Urd Johannesen, mentanarsamskipari, bjóðar vælkomin
Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu
Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, heldur røðu
Video við sangi og undirteksti á føroyskum
Fernando Troleis, orðabókahøvundur, heldur røðu
Atli Ellendersen og strúkikvartett brasilska tjóðsangin
Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
Urd Johannesen takkar fyri
Omaná: Kaffimunnur við leskibitum frá Damfar og prát
Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.