Portugal vil hava hjálp

Portugisiski forsætisráðharrin, Jose Sokrates, hevur í dag kunnað formannin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, um, at Portugal fer at biðja ES um fíggjarliga hjálp. Undan fundinum hevði portugisiska stjórnin, sum er ein starvsstjórn, boðað frá, at landið fær tørv á hjálp frá ES.

Sostatt hevur stjórnin broytt hugsan, tí fyri bara fýra mánaðum síðani avsannaði hon, at landið fór at fáa brúk fyri fíggjarligari hjálp uttaneftir.

Støðan í Portugal versnaði í síðsta mánað, tá stjórnin mátti leggja frá sær, tí hon kom í minniluta í tjóðartinginum.

Tað er ikki greitt, um portugisiska starvsstjórnin ætlar at fáa eitt stuttfreistað lán fram til valið, sum verður tann 5. juni, ella um hon ætlar at biðja um eitt lán av sama slagi, sum Grikkaland og Írland hava fingið frá ES.