HM-fótbóltur
Undan hesi HM-kappingini var tað ongan tíð komið fyri, at vertstjóðin varð sligin úr kappignini í innleiðandi umfarinum, men nógva staðni varð tó gitt, at antin Japan ella Suður Korea ikki fóru at liva upp til hetta.
Fríggjamorgunin staðfestu japana tó, at teir í øllum førum ikki ætlaðu sær nakran veg, og beint eftir døgurða staðfestu leikararnir hjá Suður Korea hagtølini, tá tað eisini eydnaðist teimum at vinna sín bólk.
Enn ein favorittur
Leingi stóð tó nógv á hjá Japan, tí hóast Portugal tíðliga í dystinum fekk Joao Pinto riknan av vøllinum fyri eina svínska takling, so var Portugal alla tíðina væl við í dystinum, og teir høvdu so sanniliga eisini sínar møguleikar.
Tað gjørdist tó enn torførari hjá portugisunum, tá teir í seinna hálvleiki eisini fingu Beto riknan av vølli, og tað gekk eisini galið, tá Park Ji Sung eftir eitt framúrskarandi einmansavrik smekkaði bóltin millum beinini á Vitor Baia.
Portugal noktaði tó at geva skarvin yvir, og tvær reisur í seinastu minuttunum vóru teir heilt nær við at tryggja sær javnleikin, men har gjørdist tó einki, og eins og Frakland og Argentina máttu portugisararnir ásanna, at tað ikki altíð er nóg mikið at vera favorittur á pappírinum.
Portugisiska tapið viðførdi, at USA vann seg víðari úr bólkinum, hóast teir í einum sera undirhaldandi dysti taptu 3-1 fyri Pólandi. Longu eftir fýra minuttum hevði bólturin verið tríggjar ferðir í málinum, tó at málið hjá USA í hesum føri varð kolldømt.
Við sigrinum fekk Póland eina lítla uppreisn, men hetta munaði tó lítið í samlaðu úrtøkuni, og eins og hjá Portugal var tað eitt sera stórt vónbrot hjá Pólverjum, at teir somikið tíðliga máttu siga farvæl til HM-kappingina.
Úrslit:
Póland-USA 3-1 (2-0)
1-0: Emmanuel Olisadebe, 3
2-0: Pavel Kryszalowicz, 5
3-0: Marcin Zewlakow
3-1: LAndon Donovan, 82
Suður Korea-Portugal 1-0 (0-0)
1-0: Park Ji-Sung, 70









