Á fólkaatkvøðuni í gjár var meiriluti fyri at geva kvinnum rætt til fosturtøku. Næstan 60 prosent av teimum, sum greiddu atkvøðu, atkvøddu fyri at geva kvinnum rætt til at fáa fostrið tikið innan 10. viku. Góð 40 prosent atkvøddu ímóti.
44 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, greiddu atkvøðu, men stjórnin hevur sagt, at hon fer at gera eftir fólkaatkvøðuni, hóast hon bert er vegleiðandi. Tá portugisar seinast atkvøddu um sama mál, var valluttøkan bara 32 prosent.
Eftir núverandi lógini er fosturtøka einans loyvd, um kvinnan varð neyðtikin, um fostrið hevur onkran skaða, ella um kvinnan er í lívsvanda.