Portsmouth í stórum trupulleikum

Í enskum miðlum verður staðfest, at spælararnir hjá Portsmouth bert hava fingið ein lítlan part av lønini fyri november mánað, men at teir hava fingið lovað, at fulla upphæddin er goldin um eina viku.

Hetta er aðru ferð hetta kappingarárið, at trupulleikar hava verið við lønarútgjaldingunum í felagnum, sum í løtuni liggur niðast í Premier League.

Fyri bara einari viku síðani setti Portsmouth Avram Grant sum nýggjan venjara, og tá varð sagt, at nýggi venjarin helst slapp at keypa tveir ella tríggjar spælarar í januar mánaði.