Premier League felagið frá suðurstrond Onglands, Portsmouth hevur ligið tungt í sjónum seinastu tíðina, bæði fíggjarliga og ítróttarliga. Og nú er felagið gott og væl flutt niður í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.
Vegna fíggjarligt óskil er felagið sett undir umsiting, og hevur mist 9 av teimum 19 stigunum liðið hevur vunnið í ársins Premier League kapping. Suðurenska felagið fær ivasama heiðurin at gerast fyrsta liðið í Premier League, som missir stig orsaka av vánaligari fíggjarstýring. Onnur lið, sum t.d. Leeds hava fingið líknandi revsingar, men tað hevur verið í lægri deildunum.
Ein skuld uppá 8 miljónir bretsk pund er høvuðsorsøkin til allar trupuleikarnar, og spælarnir hjá Portsmouth hava í fleiri førum ikki fingið løn. Nú Portsmouth bert hevur 10 stig á stigatalvuni, er ikki líkinda møguleiki fyri, at felagið sleppur undan at fara niður í næstbestu deildina.