Tað er ringur hýrur millum Manchester United viðhaldsfólk í dag. Á Old Trafford hevur Manchester United tíðliga seinnapartin í FA Cup fjórðingsfinalu tapt 1-0 ímóti Portsmouth. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1957, at Portsmouth, sum hevur havt óvanliga gott kappingarár, hevur vunnið á Old Trafford.
Einsamalla málið skoraði Sulley Ali Muntan í 78. minutti. Málið varð skolrað upp á brotsspark, og í sambandi við brotssparkið var Manchester United málverjin Tomasz Kuiszczak rikin av vølli. Tá fór miðverjin og liðformaðurin Rio Ferdinand í grønu troyggjuna.
Manchester United var leikliga rudduliga omaná, og heimaliðið hevði eina røð av góðum málmøguleikum. Men David James var stinnur í málinum, og Manchester United spælararnir høvdu avgjørt ikki marginalirnar á sínari síðu. Teir raktu í træverkið, og í fleiri førum eydnaðist tað Portsmouth at bjarga sær úr óvanliga trongum støðum.
Í fjør rakk Manchester United í finaluna í FA Cup. Chelsea var mótstøðuliðið, og Chelsea vann finaluna.
Hinar fjórðingsfinalurnar:
Barnsley-Chelsea í dag kl. 17.30
Middlesbrough-Cardiff City - í morgin kl 14
Bristol Rovers-West Bromwich Albion - í morgin kl. 18.