Tríggjar ferðir í ár hevur Portsmouth fingið nýggjan eigara, men enn eru fíggjarligu trupulleikarnir hjá felagnum ikki loystir. Mikudagin fer Peter Storrie, stjóri, á fund við enska skattavaldið, og sjálvur sigur stjórin, at hetta er mest týðandi fundurin hjá felagnum nakrantíð. Fær Portsmouth ikki í lag eina gjaldsavtalu, tykist nærum víst, at felagið fer á húsagang.