"Hetta hevur verið rættiliga hektiskt, og fólk hava verið røsk at arbeiða. Onkrir snøklar vóru eftir í morgun, men alt í alt hevur tað gingið ordiliga væl,” sigur Jákup Sverri Kass.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jákup Sverra Kass.
Les eisini Vit gleða okkum til at fylla nýggju karmarnar
“Vit vóna at farstøðin verður eitt positivt íkast til ferðina, at fólk kunnu nýta tíð her og slappa av. Farstøðin er portrið til Føroyar, hon er tað fyrsta útlendingar síggja, tá teir koma. og tað síðsta teir síggja, áðrenn teir fara. Vit ynskja flogvinnu, ferðavinnu og vøkstur og hetta er so okkara íkast,” sigur Jákup Sverri Kass.
Les eisini Hetta er mítt lívsverk