Á seinasta leikdegnum í portugisiski fótbóltskappingini tryggjaði Porto sær gullkrónurnar. Sporting Lissabon og Benfica hava givið meistarunum í Porto ein skarpan gang í kappingini, men í gjár fall avgerðin. Porto skuldi vinna dystin ímóti Aves á heimavølli, og tað kláraði felagið væl og virðiliga. Úrslitið gjørdist 4-1. So hjálpti tað lítið, at nærmastu kappingarneytarnir eisini vunnu. Hetta er 22. ferðin, at Porto vinnur meistarskapið