Porto uttan venjara

Tá FC Porto í kvøld skal royna at spæla seg víðari til hálvfinalurnar í Champions League, verður tað uttan venjaran hjá liðnum, Jesualdo Ferreira. Eftir sigurin hjá Porto í 1/8-finaluni móti Atlético Madrid fekk Ferreira leikbann fyri atburð sín mótvegis dómaranum. Porto kærdi úrskurðin, og tí sat Ferreira á beinkinum, tá Porto spældi 2-2 á Old Trafford fyri átta døgum síðani, men leikbannið er nú staðfest enn einaferð, og tí sleppur venjarin als ikki við til dystin hesaferð.