Sp/F Knassar, sum er felagið, sum keypti Portalin fyri um hálva sættu millión krónur í summar frá Føroya Tele hevur fingið nýggjan partapening.
Sambært lýsing frá Skráseting Føroya, so eru viðtøkurnar fyri felagið broyttar 9. desember í ár, har samtykt varð at hækka partapeningin við 120.000 krónum til 360.000 krónur. Nýggi partapeningurin í felagnum er goldin kontant til kurs 1388,89, sum merkir, at felagið hevur fingið 1,67 milliónir krónur í nýggjum gjaldføri.
Sambært ársroknskapinum so var felagið longu insolvent áðrenn tað keypti Portalin. Eginpeningurin er negativur við 708.000 krónum. Hann hevur verið negativur síðani 2008, tí felagið hevur verið rikið við undirskoti øll árini síðani 2006. Samlaða undirskotið hjá felagnum seinastu níggju roknskaparárini er 838.000 krónur.
– Við um- og nýskipanum roknar leiðslan við yvirskoti og øktum soliditeti og gjaldføri komandi árini soleiðis, at eginognin verður endurreist, og tí verður ársfrásøgning gjørd við framhaldandi rakstri fyri eyga, skrivar leiðsla felagsins í roknskapinum.
Samstundis vísa grannskoðararnir á, at felagið hevur mist allan innskotspeningin og vísa til grein 119 í felagslógini, sum sigur, at leiðsla felagsins skal innkalla til aðalfund innan seks mánaðir at greiða frá fíggjarligu støðuni og um neyðugt seta fram uppskot um tiltøk, sum kugu fremjast.
Sp/F Knassar hevur soleiðis ongan kjans havt at fíggja íløguna í Portalin, og tí hevur verið neyðugt, at onkur hevur veitt teimum trygd fyri allari lánsupphæddini – ella hevur goldið upphæddina fyri felagið. Afturgjaldingin av einum láni upp á 5-6 milliónir krónur krevur stórt gjaldføri – uttan iva nógv størri, enn portal.fo klárar at forrenta saman við útreiðslunum, sum felagið hevur av at reka portal.fo
Men tað framgongur ikki av lýsingini hjá Skráseting Føroya, hvør tað er, sum hevur sett pengar í Portalin. Men tann, sum hevur fráboðað broytingina er Jónfinn Thomsen, advokatur, og samstarvsparnari hjá Poul Hansen, advokati og pengaútlænara, sum nú er nevndarformaður í Sp/F Knassum.