Týsdagin 1. juli 2008 fingu mongu føroysku útisetarnir teirra egna portal. Heitið á nýggju heimasíðuni er www.utisetanytt.dk. Tað er navnframi sangarin og grafikarin, Símun úr Konoy, ið er stigatakarin til síðuna. Símun sigur, at tíðin eftir øllum at døma sum frálíður er farin frá prentaða miðlinum. - Útreiðslurnar av serstakliga postútberingini eru seinastu árini vorðnar alt ov høgar. Tí er bert ein gongd leið, og tað er at leita sær út á alnetið, um tú ert útgevari av einum miðli av einhvørjum slag. Í dag, har nærum hvørt húski hevur í minsta lagið eina teldu standandi í stovuni, á skrivstovuni ella sovikamarinum, er í veruleikanum ikki neyðugt við prentaðu bløðunum og avísunum longur, metir hann.










