KYKMYNDIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Seinastu mánaðirnar hava livandi myndir verið at sæð á Portalinum, men nú hetta broytt soleiðis, at kykmyndirnar verða lagdar út í flash, so at til ber at síggja tær í øllum teldum.
Tað er P/F Miðlavarpið, sum er dóttir felag hjá Sosialinum, sum ger videoinnsløgini úr Studio Pegasus í Klaksvík, sum Sosialurin keypti fyrr í ár.
- Tað fyrsta vit fara at gera, verður frá G! Festivalinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlavarpinum. Har verður fylgt við tí sum hendir á festivalnum, og so ber til at síggja livandi myndir, eins og myndir og frásagnir verða at lesa á HYPERLINK "http://www.portal.fo" www.portal.fo og á www.planet.fo
Jonhard Hammer sigur víðari, at lýsingar verða at síggja í endunum á kykmyndainnsløgunum – og fáa lýsarar her ein nýggjan møguleika at lýsa við livandi myndum.
- Vit fara at leggja dent á at vísa frá ítróttartiltøkum, eitt nú fótbólti og kappróðri, men vit fara eisini at gera onnur tíðindainnsløg, men tá verður tað við onkrum øðrvísi vinkli og frá onkrum serligum tiltøkum. Tað verða ikki vanlig sjónvarpstíðindainnsløg, sum verða at síggja á portalinum í fyrstu syftu, sigur Jonhard Hammer.