Portal.fo
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Á middegi í morgin verður Føroya størsti portalur, Portal.fo, givin út av nýggjum. Talan verður bæði um eitt nýtt snið og fleiri funktiónir.
- Vit hava gjørt eitt nýtt layout, sum er meira brúkaravinarligt, og sum er nógv penari enn tað, vit kenna nú. Ongar funktiónir verða strikaðar, men ymsar funktiónir verða fluttar, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online, ið umsitur Portal.fo.
Tíðindini á Facebook og Twitter
Umframt at fáa eina størri umvæling í útsjóndini, verður talan eisini um fleiri funktiónir, ið verða knýttar at Portal.fo, sum árið líður.
- Eitt nýtt verður at fólk kunnu melda seg inn í Facebook ella Twitter bólkin hjá Portal.fo, og at so verða yvirskriftirnar lagdar út sum status, greiðir Óli á Deild Olsen frá.
Fleiri bólkar av tíðindum
Ein onnur broyting sum verður at síggja, er at tíðindini nú verða betri flokkaði. Hetta fer at gera tað lættari hjá fólki at finna tey tíðindini, ið hava teirra áhuga.
- Framyvir verða uttanlandstíðindi fyri seg, innanlandstíðindi fyri seg, ítróttur fyri seg og so framvegis, greiðir Óli á Deild Olsen frá.
- Eisini verður ein nýggj live-síða til fótbólt og aðrar ítróttakappingar, sum eru í gongd, soleiðis at hetta ikki verður lagt út sum nýggj tíðindi, men verður leypandi uppdaterað, sigur hann.
- Vit hava eisini fingið føroysku partabrøvini og føroyska vísitalið inn á Portalin, og tað er nakað nýtt, sigur Óli á Deild Olsen.
Meira kemur seinni
Henda broytingin, sum verður at síggja í morgin, er bert byrjanin á eini størri umvæling av portalunum hjá Føroya Tele.
Talan er um Portal.fo, sportal.fo, planet.fo, nummar.fo og fleiri, sum næstu tíðina leypandi verða umvældar, fáa nýtt snið og nýggjar funktiónir.
- Hetta er bara tað fyrsta, sum lesarirnir sleppa at síggja ordiligt, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online.