Portørnæmingar til koyriroynd

Fleiri ferðir fyrrapartin hevur útrykningur verið í Havn.

Talan hevur bert verið um venjing.

Á sjúkraflutningstænastuni hava tey níggju næmingar, sum í hesum døgum eru á skeiði, fyri at kunna verða fastir avloysarar á sjúkraflutningstænastuni.

At koyra útrykning er partur av skeiðnum, og fyrrapartin vóru teir níggju næmingarnir til koyriroynd.

Undir royndini skuldu næmingarnir eitt nú koyra í tættari ferðslu, framvið ljóðskurvum og á støðum, har gonguteigur er.

Venjingin endar á middegi.