Nú kommunulæknarnir runt í landinum ikki longur hava vakt alt samdøgrið, hvílir meira áyrgd á sjúkrabilaførarunum, sum oftast eru teir fyrstu til ein sjúkling ella eitt vanlukkustað.
Millu annað tí hevur Landssjúkrahúsið skrivað undir sáttmála við “Dansk præhospital Uddannelsescenter” í Silkeorg um at geva sjúkrabilaførarunum meira útúgving.
Allir sjúkabilaførarar hava grundútbúgving, og ara nakrir fáir hava eyka útúgvingina, sum allir nú skulu hava.
Í Føroyum
Í staðin fyri at senda fólkið til Danmarkar á skeið, fer undirvísingin partvís at verða á netinum og partvís í Føroyum. Undirvísarar koma frá danska útúgvingarstovninum og frá Landssjúkrahúsinum sjálvum. Praktikkin verður øll í Føroyum.
Portørarnir skulu útbúgvast í bæði at kunna geva ávísar viðgerðir og heilivág. Sjúkrabilarnir eru soleiðis innrættaðir, at ein lækni á Landssjúkrahúsinum kann fylgja við, hvat portørurin ger. Tað r eitt skjótt smskifti.
Læknarnir á Landssjúkrahúsinum fara nú at gera eina skrá yvir, hvør heilivágur skal vera í sjúkrabilunum.
Forlongdi armurin
Elektroniska sjúklingajournalin ger, at altíð er til at fara inn og lesa um støðuna hjá sjúklinginum og meira málrættað veita honum viðgerð.
- Sjúkrabilaførarin verður tann forlongdi armurin hjá læknum og sjúkrahúsinum, sigur Tummas í Garði, læknastjóri.
Hann heldur, at við eyka útbúgvingi, sum portørarnir fáa, verður tryggari at búgva í útjaðaranum, og vandin fyri at tað ringasta skal henda einum sjúklingi minkar.
Ætlanin um at útbúgva portørar meira fevnir bara um portørarnar á Landssjúkrahúsinum.
Hans Jacob Simonsen, leiðandi yvirlækni á Bráðdeplinum sigur tó, at Landssjúkrahúsið gjarna vil samstarva við hini sjúkrahúsini, og at málið er, at øll í Føroyum skulu kunna fáa somu tænastu frá sjúkrabilunum.