Portørarnir mist møguleikan at fáa ein góðan sáttmála

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag átalar framferðina og heldur, at hann kundi fingið portørunum betri sáttmála, enn útlitini nú eru til, at teir fáa Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, vísur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, á, at tey høvdu lagt upp til at samráðst við fíggjarmálaráðið um ein nýggjan portør sáttmála, saman við Havnar Arbeiðsmannafelag.

- Veruleikin er, at vit hava bara eina einastu ferð fingið fundarboð um portørsáttmálan, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men tann fundin bar ikki til at møta, tí hann skuldi vera samstundis sum arbeiðsgevarar høvdu kallað øll arbeiðarafeløgini á fund at tosa um at strika lønarhækkingina, sum skuldi vera 1. mai, sigur Hann.

- Tí bóðu vit um útsetilsi, men tað var kortanei- og síðani hava vit ongantíð fingið fundarboð.

Hetta heldur hann lítið um, tí hann sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag gekk við til at útseta nógvar fundir fyri at sleppa undan at verkfalli, tí tað hevði Starvsmannafelagið hótt við, varð sáttmáli gjørdur við Havnar Arbeiðsmannafelag.

Men hann heldur eisini, at nú hava portørarnar mist møguleikan at fáa ein góðan sáttmála.

Hann heldur, at hevði Havnar Arbeiðsmannafelag fingið frið at samráðst, hevði borið til at fingið ein góðan sáttmála tí nú eru eini tvey ár síðani, at samráðingarnar byrjaðu og tey tøl, sum lógu á borðinum tá, eru onnur tøl enn tað er hugsandi, at tey arbeiða við nú.

- Og sum tíðirnar eru nú, fer valla at bera til at fáa ein so góðan sáttmála, sum tað annars lá í kortunum, sigur Hans Joensen.