Teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag, fara ikki at gerast virknir limir í Starvsmannafelagnum. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum vil ikki samráðast við Starvsmannafelagið, tí at teir eru longu í samráðingum við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála innan økið.
Tað er ikki gjørligt hjá lønardeildini at gera tveir sáttmálar innan sama øki. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur í nógv ár umsitið sáttmálaøkið hjá portørunum. Teir hava ein sáttmála við lønardeildina og hava tí samráðingarrættin.
- Vit fara at endurnýggja sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag fyrsta dagin. Teir hava fyrsta samráðingarrætt, og tí hava vit eisini boðað Gunnari Dalsgarð, formanni í Starvsmannafelagnum, frá, sigur Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini.
Hendan støðan ber so við sær, at teir 48 portørarnir, sum hava meldað seg burturúr Havnar Arbeiðsmannafelag, framvegis verða løntir eftir sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Snorri Fjallsbak viðurkennir, at støðan er trupul:
- Fyrst og fremst hava teir sjálvir frælsi og rætt til at velja fakfelag. Men vit kunnu ikki samráðast við tvey fakfeløg um sama sáttmálaøki og gera tveir sáttmálar. Eg havi skilt á lagnum, at teir 48 portørarnir fara at gerast hvílandi limir í Starvsmannafelagnum og gerast eisini partur av lívstryggingini hjá Starvsmannafelagnum.
48 portørar vilja gerast limir í Starvsmannafelagnum, og teir vilja hava Starvsmannafelagið at samráðast fyri teir. 8 portørar eru framvegis í Havnar Arbeiðsmannafelagið. Sostatt er ein greiður meiriluti fyri, at Starvsmannafelagið skal samráðast fyri portørarnar.
Spurdur, um tað ikki eigur at vera meirilutin, sum ræður í einum slíkum føri, svarar Snorri noktandi.
- Her ræður meirilutin ikki. Tað eru altíð ónøgdir bólkar í einum fakfelag. Vit kunnu ikki laga okkum eftir tí. Í hesum førinum hevur Havnar Arbeiðsmannafelag samráðingarrættin, og tí gera vit sáttmála við teir. Um vit skulu gera sáttmála við annað fakfelag á portør-økinum, mugu allir portørarnir verið samdir. So mugu formenninir í fakfeløgunum samráðast og koma til eina semju. Sum nú er, kann Starvsmannafelagið ikki samráðast vegna teirra nýggju limir, sigur Snorri Fjalsbak at enda.