Á Porsche Museum í Stuttgart er ein heilt serlig framsýning, í sambandi við at Porsche 914 fyllir 40 ár. Porsche í Týsklandi hátíðarhalda í hesum døgum, at 40 ár eru liðin, síðan Porsche 914 kom á marknaðin við eini heilt serligari Porsche 914 framsýning í nýggja Porsche-Museum í Stuttgart.
Porsche 914 var ein 2-persóna sportbilur við motorinum í miðjuni. Bilurin, sum varð gjørdur frá 1969 til 1976, varð vanliga nevndur ?Fólka Porschurin?.
Ein stórur partur av Porsche 914 varð seldur á amerikanska marknaðinum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum









