Sunnudagin 8. juni vóru 60 ár liðin síðan fyrsti týski Porsche bilurin var gjørdur í 1948. Talan var um ein Porsche 356 við stell-nummarinum 356-001.
Porsche ævintýrið byrjaði við at Volkswagen stjórin Ferdinald Porsche ynskti sær ein veruligan dreymabil, men fann ongan.
Hetta førdi so til, at hann tók avgerð um at framleiða dreymbilin sjálvur.
Hesi 60 árini hava Porsche verið í støðugari menning og fleiri modell eru komin afturat.
Í dag verða Porsche gjørdir í hesum modellum: Porsche Boxster, Cayman, 911 og Cayenne, sum allir verða gjørdir í nógvum ymiskum útgávum.









