PORKERI
Mikkjal Sørensen er borgarstjóri í Porkeris kommunu. Hann sat eisini í undanfarna bygdarráði og tók við sum borgarstjóri í kommununi, tá hetta skeiðið byrjaði. Mikkjal hevur stóran áhuga fyri bæði kommunal-og landspolitikki. Tá fólkatalið í Porkeri var størst, búðu 461 fólk í bygdini. Tað var í 1950. Eftir hetta minkaði fólkatalið so líðandi, til tað vaks aftur í sjeyti-og áttatiárunum.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður víst á, at í 1990 búðu 421 fólk í Porkeri, men síðan er fólkatalið minkað aftur, til tað í dag er komið niður á umleið 320.
Mikkjal Sørensen vísir á, at onkur einstøk sethús verða bygd í Porkeri, men talan er ikki um ta nógvu byggingina.
- Fólk eru flutt inn í eini hús í ár, og eini hús aftrat standa í gerð, sigur hann.
Grundøki eru tøk
Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur nøkur grundøki vesturi á Hólum, og eisini eru nøkur Uppi á Fløtti, tey rópa.
- Hetta er jørð, sum kommunan hevur keypt frá Jarðarráðnum, men grundøkini, sum liggja um stívliga 500 fermetrar hvørt, eru ikki planerað. Eitt vanligt grundøki kostar umleið 80.000 krónur, sigur Mikkjal Sørensen.
Lægri inntøkur
Inntøkurnar hjá Porkeris kommunu eru rímiliga støðugar, men í løtuni eru skattainntøkurnar heldur minni higartil í ár í mun til somu tíð í fjør.
Borgarstjórin sigur, at munurin serliga kom til sjóndar í byrjanini av árinum, men síðan er munurin á árinum í fjør og í ár minkaður.
- Hugsandi er tí, at verkfallið í fiskiskipaflotanum er ein orsøkin til, at skattainntøkurnar í byrjanini av árinum vóru lægri, sigur Mikkjal Sørensen og leggur aftrat, at sjóvinna gjøgnum mong ár hevur verið ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununi.
Fleiri sjófólk
Porkeri hevur altíð verið kent fyri at hava nógvar sjómenn. Í bygdini eru menn, sum sigla við flakatrolarum. Aðrir sigla við skipum norðanfjørðs og onkur við skipum, sum eru heimahoyrandi í Suðuroy. Onkur siglir eisini í Noregi.
- Í bygdini eru eisini nakrir útróðrarbátar úr glastrevju. Menn royna serlig við snellu, men onkur roynir eisini við línu um heystarnar. Hetta eru menn, sum hava róð út gjøgnum nógv ár og hava livað av útróðri burturav.
Borgarstjórin sigur, at bátar kunnu liggja á sjónum í Porkeri alt árið.
- Porkeri eisini hevur fleiri lærarar og fólk, sum starvast innan heilsu-og sjúkrarøkt, sigur Mikkjal Sørensen.










