Bygdarsavn
Í nógv hava porkenningar arbeitt fyri at seta eitt bygdarsavn ástovn í bygdini.
Og nú er komið so langt, at bygdarsavnið varð tikið alment í nýtslu fríggjadagin.
Tað varð við almennari móttøku, har eini 100 fólk vóru komin saman at taka bygdarsavnið í nýtslu.
Bygdarsavnið heldur til í gamla skúlanum.
Magnus Tausen, formaður í Porkeris Fornminnafelag, sigur, at tá ið felagið varð storvnað í 1995, var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at varðveita gamla skúla, sum tá var í ógvuliga ringum standi.
Tað eydnaðist, men tað er eisini ógvuliga nógv arbeiðið algt í hann fyri at seta hann í prýðiligan stand. Innan er hann sermerktur, ikki minst tí at Johan Dam, vanliga nevndur Hannekiss, hevur æðramálað hann.
Porkenningar siga, at hetta mann vera eitt tað seinasta meistaraverkið undan hansara hondum.
Men síðani hevur ætlanin at varðveita skúlan eisini ment seg til at verða eitt veruligt bygdarsavn við ymsum lutum og tilfari, sum lýsir gerandisdagin í Porkeri fyrr í tíðini, bæði tímiliga og andaliga, til álvara og gaman og savnið má sigast at vera reiðiliga fjølbroytt, hóast hetta bara er byrjanin.
Magnus Hansen, sigur, at tey nú fara at finna útav, hvussu tað skal skipast at hava savnið opið.
Samstundis frætta tey í felagnum fegin frá fólki, sum hava søguligar og forvitnisligar lutir, sum tey vilja læna savninum ella sum tey vilja lata savnið hava í varðveitslu, so at tað kann útbyggjast og mennast.
Vit hava meiri um bygdarsavnið í Porkeri í Vikuskiftisblaðnum.