Ein samstarvsverkætlan ímillum Føroyar, Ísland og Grønland setir nú fokus á livandi søvn, sum partur av menningini av ferðavinnuni og bygdasamfeløgum í Útnorði fram til 2014.
Á einum livandi savni ber til at uppliva eina farna tíð, men á ein heilt serstakan hátt. Her eru ongir gamlir lutir, goymdir á hillum ella í glasmontrum, men bert livandi fólk, sum vísa, hvussu lívið í fortíðini var. og hvussu fólk lívbjargaðu sær tá.
Tann vitjandi gongur runt ímillum húskallar, arbeiðskonur, fiskimenn- og kvinnur í einum umhvørvi, sum tað sá út fyri yvir 100 árum síðani. Til ber at síggja og royna gomul amboð, fara inn í gomlu krambúðina og kanska fáa eina søgu frá mammuni við tí stóra barnaflokkinum, sum misti mann sín undir Íslandi, um hennara livikor.
Hetta slagið av søvnum kenna vit frá grannalondunum, t.d. í Den gamle by í Århus, har til ber, at uppliva lívið í býnum fyri 150 árum síðani, men vit kenna lítið til slík søvn í londunum í Útnorði.
Endamálið við samstarvsverkætlanini er at skipa slík livandi søvn í Føroyum, Íslandi og Grønlandi og, at skipa eina felags marknaðarføring av søvnunum, sum spennandi støð, at vitja hjá ferðafólki og ttil dømis skúlaflokkum. Á søvnunum fer at bera til at uppliva søguna, samstundis sum gomul hondverk verða varðveitt og nýtt í ferðavinnuhøpi.
Longu nú verður arbeitt við at seta livandi søvn á stovn. Í Porkeri verður arbeitt við at seta gomlu krambúðina og fiskastykki í stand at nýta sum livandi savn um slupptíðina. Í Nuuk í Grønlandi verður arbeitt við livandi savni um livikor og matgerð í gamla grønlendska samfelagnum, og á Flatey í Íslandi verður eitt gamalt frystihús umgjørt til livandi savn, har korini í íslendska fiskivinnu samfelagnum í seinastu øld verða lýst.
Harafturat verður arbeitt við at breiðka samstarvið til líknandi søvn í Noreg og Norðurvestur Ruslandi.
Í heyst verður hildin ein altjóða verkstova í Porkeri, har luttakararnir og onnur m.a. kunnu fáa íblástur frá øðrum, sum longu arbeiða við livandi søvnum aðrastaðni.
Tað er Porkeris bygdasavn, sum leiðir verkætlanina í samstarv við Þrísker ehf. í Íslandi og TAKO-Consulting úr Grønlandi.
Verkætlanin er stuðla av arktisku samstarvsskránni hjá Norðurlendska ráðharraráðnum.
Myndartekstur:
Stýribólkurin í verkætlanini á fundi í Porkeri 26. juni . Frá vinstru: Liisi Egede Hegelund úr Grønlandi, Magnus Hansen, leiðari, frá Porkeris bygdasavni og Gyða Steinsdóttir av Flatey í Ísland. (Mynd: Mortan Holm)