Brøðurnir Pætur og Filip Larsen úr Porkeri lesa á lærda háskúlanum Mahidol í Teilandi, beint uttanfyri Bangkok.
Nú ein dagin sást Pætur Larsen leika guitar á heimasíðuni hjá Mahidol Univerity, og tað fekk fólk úr Føroyum at geva hesum ans.
Pætur Larsen fór fyrst til Hawai at lesa, men fekk so tilboð um at gerast skiftisnæmingur, og fara til Teilands at lesa, sigur Anna Larsen, ið er mamma teir báðar Pætur og Filip.
Og nakað eftir fór so eisini yngri bróðurin Filip til Teilands at lesa. Báðir lesa teir International Business,
Pætur er góður tónleikari, men hevur ikki havt tónleikin so frammaliga seinnu árini. Men hann hevur tó tikið ljóðførini eitt sindur fram aftur, og tað var hetta sum fekk hann at enda á forsíðuni hjá universitetinum, tá eitt tónleikatiltak varð fyriskipað, ið nevndist Living Room.
Brøðurnir Pætur og Filip vóru heima í Porkeri í summar, og vunnu sær nakrar krónur á pelagiska virkinum á Tvøroyri, men heim til jóla koma teir neyvan í ár, sigur mamman Anna Larsen, tí eitt er, at teinurin er sera langur, men eisini er tað sera kostnaðarmikið at ferðast so langa leið, og jólafrítíðin er ikki so long, bert einar 2 – 3 vikur.










