Tey 650 atgongumerkini, ið vóru sett til sølu tíðliga í desember mánaði, vóru alt fyri eitt rivin burtur. Tí noyddust fleiri at njóta konsertini úr sofuni heima við hús, og var ein teirra urguleikarin Oddvør Johansen, ið annars plagar at vera á konsertini.
- Til Nýggjárskonsertina skal tónleikurin vera populerur, og hann má ikki vera alt ov eksperimerandi. Og konsertin var populer. Nógvur kendur tónleikur var á skránni, millum annað filmstónleikur, sigur Oddvør Johansen.
Viðvíkjandi stykkinum hjá Atla Kárason Petersen, sum var frumframført hetta kvøldið, dámdi henni væl stykkið, men hon saknaði William Heinesen í hesum.
- William Heinesen var ókenniligur í hasi týðingini. Hatta var bara Carl Johan Jensen, heldur Oddvør Johansen.
Um hon skal taka saman um og samanbera við onnur ár, metir hon at Nýggjárskonsertin alsamt vindur upp á seg, og at tað sæst aftur í hvussu skjótt tað er selja atgongumerkini til konsertina. Á konsertina var nógv gott fyri eygu og oyru, og var tað til dømis stuttligt at síggja Eivør, sum riggaði so væl, dirigenturin og tónleikurin var fínur, og í heila tikið var skráin festlig og fjølbroytt, heldur hon.
- Í heila tikið haldi eg at stemningurin á konsertini var góður, sigur Oddvør Johansen.