Nú leygarkvøldið tann 11. september verður Alex úr Popstars at hoyra live saman við kór og dansishow í Eclipse. Alex varð í heyst úttikin til finaluna í Popstars og fekk aftaná tað fleiri tónleikatilboð. Alex hevur givið sína fyrstu solofløgu út við plátufelagnum EMI-Medley. Plátan eitur Thirteen. Nú kemur hann til Føroya, har hann verður at hoyra í Eclipse leygarkvøldið tann 11. september.











