Poppur, vrakgóðs og stadionrockur

Nógvur tónleikur verður givin út upp undir jól. Vit hava verið og leitað í stóru rúgvuni og valt nakrar fløgur burturúr.

Stadionrockur og balladur

Amerikanski rockbólkurin Bon Jovi hevur í meira enn 25 ár verið millum stóru nøvnini í alheimsrocki. Bólkurin hevur selt langt omanfyri hundrað milliónir fløgur, og teir dugað framvegis at gera hitt. Nú hava teir savnað sínar bestu sangir á eina tvífløgu og spælt fýra nýggjar sangir inn til útgávuna. Á hesum fløgum kanst tú hoyra sangir sum Livin On A Prayer, Wanted, It’s My Life, Bed of Roses og Always.

Bon Jovi

Greatest hits



Tannáringadreymur

Katy Perry er blivin ein verulig poppstjørna seinastu tvey árini, og nú roynir hon seg nýggjari útgávu. Fyrsta hittið hevur longu rungað allastaðni – California Gurls – og nú verður sangurin Teenage Dream nógv spældur. Hetta er lættur og fangandi poppptónleikur.

Katy Perry

Teenage Dream



Hundar koyra heim

Teitur Lassen hevur langt síðani vunnið út um landoddarnar við sínum tónleiki, og fyri seinastu útgávuna fekk hann millum annað 5 stjørnur í stórum enskum dagbløðum. Nú hevur Teitur givið nýggja fløgu út, har hann millum annað hugleiðir um amerikanska dreymin, um Gud og um at taka lívið, sum tað kemur.

Teitur

Let The Dogs Drive Home


Annar partur við Duffy

Tað eru fáir tónleikarar, sum uppliva eitt so ógvusligt gjøgnumbrot, sum walisiska songkvinnan Duffy gjørdi. Nú er hon til reiðar við nýggjari fløgu, sum er uppfylgjari til fyrstu útgávuna, ið seldi slakar 7 milliónir eintøk. Fleiri ummælarar hald, at nýggja fløgan megnar ikki at lyfta arvin, men teir halda, at talan er um eina góða fløgu.

Duffy

Endlessly



Svenska superstjørnan

Robyn er í 2010 blivið tað stóra svenska navnið í altjóða popptóinleiki. Hon hevur givið tvær fløgur út, sum hava fingið hana fram í fremstu røð millum poppstjørnurnar. Nú setir Robyn punktum fyri 2010 við nýggjari mini-útgávu, ið bjóðar bæði fangandi niðurløg, cool electro-beat og dansifremjandi tónleik.

Robyn

Body Talk Pt. 3



Kid Rock light

Kid Rock er ikki so rokkutur, sum hann einaferð var, og nýggja útgávan er meira countryrockur enn nakað annð. Kid Rock hevur eina góða og hása rødd, men hann stríðist stundum við ov nógvar klisjéir í sínum tónleiki. Hendan útgávan er væl gjøgnumarbeidd og professionell – og onkrar løtur lyftir Kid Rock seg upp frá.

Kid Rock

Born Free


Heiðurligt comeback

Take That hevur staðið fyri stóra comebackinum í 2010. Bólkurin hevur funnið saman aftur við Robbie Williams, sum rýmdi fyri nógvum árum síðani, og teir fimm bretarnir hava megnað at hildið saman so leingi, at teir nú hava givið nýggja fløgu út. Næsta ár fara teir á útselda konsertferð kring Europa. So nú ræður um hjá fjepparum at læra seg teir nýggju sangirnar áðrenn stóru konsertirnar.

Take That

Progress


Gylt vrakgóðs

Nýggja tvífløgan frá The Boss bjóðar higartil óútgivnar upptøkur frá arbeiðnum við útgávuni Darkness of the Edge of Town, sum kom í 1978. Springsteen spældi einar 40 sangir inn tá, men bert ein partur av teimum kom á upprunaligu útgávuna. Nú fáa fólk so høvi at hoyra sangirnar, sum lógu eftir.

Bruce Springsteen

The Promise



Einfaldur Adams

Bryan Adams hevur verið ígjøgnum tað mesta. Hann hevur spælt erligan rocktónleik, er farin á flog við yvirdimensioneraðum tónleiki og hevur skrivað eymar – onkuntíð næstan plattar – balladur. Men eftir Adams liggur ein røð av framúr góðum sangum, og hendan fløgan bjóðar einfaldar live-framførslur av kendu sangunum hjá Adams. Fløgan byggir á konsertferð í vár, tá Adams fyri tað mesta spældi gittar og sang einsamallur fyri fólki.

Bryan Adams

Bare Bones



Tað sum Taylor vildi siga

Hugskotið við nýggju fløguni hjá Taylor Swift er ikki so galið. Hon hevur sjálv skrivað 14 sangir, sum byggja á brúdleypsritualið “Speak now or forever hold your peace”. Hugskotið heldur kanska ikki allan vegin heim, men á vegnum finnast nakrar útmerkaðir sangir.

Taylor Swift

Speak Now



Veteranar samstarva

Elton John og Leon Russell eru báðir kendir sum syngjandi tagentspælarar. Nú hava teir funnið saman í samstarvi um eina felagsútgávu, og burturúr er komin ein frálík fløga við góðum sangum.

Elton John og Leon Russell

The Union



Danski Dylan

Povl Dissing – danska útgávan av Bob Dylan - hevur verið virkin í eina hálva øld. Á nýggju útgávuni tulkar hann kendar sangir við síni eyðkendu rødd. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at skapa hansara yrkisleið sum tónleikari.

Povl Dissing

Smertefulde Sange