Poppur móti Danmark

Egyptiski sangarin Shaaban abd al Rahim hittar í løtuni við einum sangi, ið finst hvassliga at Danmark og sum mælir til boykott av donskum vørum. Hetta skrivar Kristeligt Dagblad.

Sambært blaðnum er Shaaban abd al Rahim ein tann best dámdi egyptiski popp sangarin. Tónleikurin er lættur poppur, men orðini eru ofta sterkt politisk. Eitt bland vit í Føroyum kenna frá bólkum sum 200 og Frændum. Shaaban abd al Rahim hevur fyrr skrivað hittsangirnar Eg hati Ísrael og Helviti hjá Saddam er betri enn himmalin hjá amerikumonnum.
 
Vanliga selja fløgurnar hjá Shaaban abd al Rahim seldar í fleiri enn 100.000 eintøkum, umframt at milliónir av kopifløgum vera seldar. Hetta er enn ein avleiðing av tekningum av Muhammed, ið Morgunblaðið Jyllandsposten prentaði í fjør.