Poppsangir til jarðarferðir

Í Bretlandi hava poppsangir nú vunnið á sálmunum. Í øllum førum er greitt, at yvir 60 prosent av jarðarferðum í Bretlandi fara fram við kendum poppløgum.

 

 

Tann mest nýtti jarðarferðsangurin er "My Way" hjá Frank Sinatra, meðan "Time to Say Goodbye" hjá Andrea Bocelli eisini er ógvuliga vælumtóktur.

 

Eitt nýtt lag er tó við at gera um seg, tað er "Someone Like You" hjá Adele.

 

Í løtuni er sangurin nummar 22 á listanum yvir sangir, sum eru mest nýttir til bretskar jarðarferðir. Tað vísir ein kanning, sum hevur tøl frá yvir 30.000 jarðarferðum.

 

Ekstra Blaðið skrivar í dag, at lagið "Om lidt bliver her stille" hjá Kim Larsen er ógvuliga væl umtókt í Danmark. Haraftrat veit blaðið at siga, at løg hjá Metallica og Nic og Jay eisini eru at hoyra til danskar jarðarferðir.