Popplist er aftur í topp

Aftur hesa vikuna er tað savnsfløgan popplist 4, ið liggur ovast á sølulistanum hjá Føroya størsta tónleikahandli 3aranum. Fløgan hevur ligið á ovastu rók, líka síðan hon kom út.


Tey nógvu spennandi løgini, ið fyri fyrstu ferð eru at fáa á eini fløgu, sum t.d. Forever and Beyond hjá Makrel, 1 veittiii hjá Orkestriiinum her vestriii og They did you wrong hjá Eyð Berghamar Jacobsen, eiga ivaleyst ein stóran lut í høgu sølutølunum.
 
Fimm aðrar føroyskar fløgur eru á listanum hesa vikuna. Hjalti Skaalum og hanasara nýggja útgáva Sum árini ganga er komin inn á annað pláss, Sjeikurin hjá Poppkorn er komin beint inn á triðja pláss, og eisini Koma hjá Peturi Pólsyni á sjeynda plássi er nýggj innið á listanum.
 
Andaligir sangir hjá Árna og Marner liggja altíð antin beint innanfyri ella uttanfyri tær 10 mest seldu fløgurnar, og teir eru hesa vikuna á tíggjunda plássi, meðan danska útgávan av Cant erase it hjá Lenu er á áttanda plássi.