Popplist eigur enn ovasta pláss

Á sølulistanum yvir fløgur hjá tónleikahandlinum Expert í SMS er føroyskur tónleikur vælumboðaður.

Ovast liggur enn Popplist 5, meðan Knúsandi Løgur við Flemming er á øðrum plássi. Endurstovnaða boybandið Take That eigur 3. pláss frammanfyri nýggjastu útgávuni hjá Hanus og Aldubáruni, Frå Leddiken. Martin Joensen og Hinir á 5. plássi og víkingamálminum hjá Týr á 7. plássi eru hini føroysku umboðini á listanum.