Popplist 3 ? spennandi og forkunnugt

Hósdagin var útgávudagur í 3?aranum í SMS. Triðja fløgan í savnrøðini Popplist 3 er komin á marknaðin, har tað besta innan føroyskan tónleik er savnað, nýtt og forkunnugt tilfar

 
Hósdagin var móttøka í 3?aranum í SMS. Triðja fløgan í savnrøðini Popplist er komin á marknaðin og eru tað Tutl og 3?arin, ið geva út.
                      Tónleikarar, vinfólk teirra, útgevarar, fjølmiðlar og onnur tónleikaáhugað hittust hesa útgávuhugnaløtuna, og nýggja stjørnuskotið, Kristleif Zachariasen, undirhelt við sangi og spæli.
                     
Sami leistur hesaferð
Høgni Zachariassen úr 3?aranum sigur, at talan er um sama leist hesaferð, sum á teimum báðum undanfarnu fløgunum.
                      - Tað hevur riggað væl hini árini og vit vóna tað sama hesaferð, hóast broyttan marknað. Men vit hava eina sterka og spennandi vøru, og talan er veruliga um eitt gott hugskot, eitt sterkt konsept, ið vísir seg at bera til, sigur Høgni Zachariassen.
                      - Vit hava verið nøgdir hini árini, tað melur runt, og tónleikararnir fáa eisini nøkur oyru, sigur Høgni.
                      Talan er á fløguni um at taka tónleik úr árinum, ið fór, og blanda við klassikarar og tilfar, ið er meira forkunnugt og sum ikki er læt at fáa hendur á, - kanska tí tað ikki áður er útgivið.
                      Við á Popplist hesaferð eru Teitur, Kristel, Johan í Kollafirði, Lena, Petsi Tvørfoss, Gunnar, Høgni Lisberg, Eivør, I Am, Devided Minds, Enekk, Kristleif Zachariasen, Annika Hoydal, Headache Blues trio, Blátt, Joka, Lokum, Charles Gade og Pætur við Keldu.