Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Poppkorn og frísur - alt um kærleika. Ulf Nilsson hevur skrivað, Lilian Brøgger teknað og Ebba Hentze týtt.
Poppkorn og Frísur - alt um kærleika er lættlisin bók við nógvum humor og hita, ið er væl egnað til tey 7-9 ára gomlu. Søgan snýr seg um kaninirnar, Poppkorn og Frís. Um, hvussu ringt tað kann vera at fáa hin partin at skilja tínar kenslur. Hvussu ússaligur tú kanst gerast av at vera forelskaður. Og hvussu undurfult tað kann vera?
Bókin er 60 bls. í litum, innbundin. Hon kostar kr. 90 í bókabúðunum.









