5 gentur eru við í PoppKorn. Tær eita Lillian Dalsgaard, Elin Reinert Hansen, Jóhanna Vidtfeldt, Rannvá Nielssen og Maiken Stantcheva.
PoppKorn framførdu fyrstu fer á Mjúsfestivalinum á sumri í 2005, og eydnaðist framførslan so væl, at tær vóru bodnar við á bæði Ólavsøkukonsertina í Havn og á Summarfestivalin í Klaksvík. Síðan tá hava fleiri aðrar konsertir verið á skránni í m.a. Eysturoynni, Vágunum og í fleiri ferðir í Havn, millum annað tvær útgávukonsertir í SMS í sambandi við at stakfløgan kom út, tá vóru eini 1000 fólk og lýddu á.
Á sølustevnuni í Klaksvík hetta vikuskiftið fara Poppkorn at spæla útgávukonsert, hetta er tann fyrsta konsertin á eini umfatandi konsertferð kring Føroyar.
Fleiri sangir hjá Poppkorn hava verið at hoyrt í Útvarpinum og Rás 2. Serliga ólavsøkusangurin Á tann deiliga Havn og Sjeikurin hava verið nógv at hoyrt. Til ber at lesa meira um bólkin, og hoyra okkurt lag á www.poppkorn.net.