Poppkonsert í Vágsbotni í kvøld

Klokkan 21.00 í kvøld verður ein poppkonsert á skránni í Sirkus í Vágsbotni. Brandur Enni framførur og Herr Gott diskar.

 

Aftur í kvøld bjóðar Sirkus til eitt mentanarkvøld í Vágsbotni. Í Sirkus leggja tey stóran dent á at skapa øðrvísi mentanarlig tiltøk. Eitt nú hava rithøvundar lisið yrkingar upp í Sirkus. Menn hava dystast um hvør hevur vakrasta yvirskeggi, og ein ørgrynna av tónleikarum hava víst síni kynstur har.

 

Í kvøld verður tað so aftur tónleikur á skránni, og er tað ungi tvøramaðurin, Brandur Enni, sum stendur fyri undirhaldinum. Brandur hevur nýliga innspælt nýggja úgávu saman við framleiðaranum Mariu Marcus, sum fer at koma út, innan stutta tíð. Tað eru 10 útvald løg - tilfar av hesi nýggju fløgu umframt onnur løg, ið hann hevur skriva seinasta árið - sum hann kemur at framføra í kvøld. Aftaná diskar Herr Gott.